BÍLEGG BÓKINA UM FØROYA FUGLAR!
Tú kanst bíleggja bókina her, beinleiðis frá Forlagnum í Støplum við at senda teldupost til forlag@stoeplum.com.
Kostnaðurin er 265,00 kr eintakið + postgjald.
Skriva navn, eftirnavn, bústað og telefonnummar í teldupostin.
Vit senda tær teldupost við samlaða kostnaðinum og upplýsing um gjaldshátt.
Bókin Færøernes fugle – fakta og tal (Birds of the Faroe Islands – facts and numbers) er um tey 312 fuglasløgini og 30 undirsløgini, sum eru skrásett í Føroyum til 31. December 2014. Harumframt eru sum ískoyti, fuglasløg, ið eru rýmd úr búri og innfluttir fuglar. Harumframt er talan um eina rættiliga sjáldsama søgu, sum gongur 360 ár aftur í tíðina.
Høvundarnir hava lagt stóran dent á, at lesarin í eini handavending kann ogna sær grundleggjandi vitan um hvørt einstakt fuglaslag og undirslag umframt skrásetingina í Føroyum.
Í bókini verður lítið gjørt burtur úr at vísa á serlig eyðkenni við fuglinum, sum vit ofta síggja í teimum vanligu fuglahandbókunum. Ístaðin eru dygdargóðar fotomyndir, sum vísa, hvussu fuglurin sær út, litir, skap o.s.fr.
Fuglalús: Umframt fuglarnar, er, sum eindømi í einari fuglabók, eitt yvirlit yvir allar skrásettar føroyskar fuglalýs, umframt eitt nýtt topografiskt yvirlit, við nøvnum á teimum ymsu kropslutunum á fuglinum.
Bókin, sum telur 363 blaðsíður, er í støddini 167 x 240 mm. Hon verður at fáa í føroysku bókhandlunum um miðjan november mánaða og fer at kosta 365,00 krónur.
Bílegg bókina her:
Færøernes fugle – fakta og tal