Navigation Menu+

BÓK UM FØROYA FUGLAR


Bók um fuglar í Føroyum Færøernes fugle – fakta og tal, eftir Jens-Kjeld Jensen og Søren Sørensen, er komin út á Forlagnum í Støplum. Talan er um eitt stórverk í Føroya fuglasøgu, har øll tey skrásettu fuglasløgini í Føroyum, 312 í tali, umframt 30 undirsløg, verða víst í teksti og myndum. Bílegg bókina frá forlagnum her.

Í bókini er inngangur á donskum og enskum, har greitt verður frá teimum ymisku fortreytunum, ið tann lutfalsliga stutti teksturin, um tann einstaka fuglin, tekur støði í.


kapumyndBókin Færøernes fugle – fakta og tal (Birds of the Faroe Islands – facts and numbers) er um tey 312 fuglasløgini og 30 undirsløgini, sum eru skrásett í Føroyum til 31. december 2014. Harumframt eru sum ískoyti, fuglasløg, ið eru rýmd úr búri og innfluttir fuglar.

Bókin snýr seg eisini um eina rættiliga sjáldsama søgu, sum fer heili 360 ár aftur í tíðina.

Høvundarnir hava lagt stóran dent á, at lesarin í eini handavending kann ogna sær grundleggjandi vitan um hvørt einstakt fuglaslag og undirslag umframt skrásetingina í Føroyum.

Í bókini verður lítið gjørt burtur úr at vísa á serlig eyðkenni við fuglinum, sum vit ofta síggja í teimum vanligu fuglahandbókunum. Ístaðin eru dygdargóðar fotomyndir, sum vísa, hvussu fuglurin sær út, litir, skap o.s.fr.

foroya_fuglarFuglalús: Umframt fuglarnar, er, sum eindømi í einari fuglabók, eitt yvirlit yvir allar skrásettar føroyskar fuglalýs.

Fuglanna topografi: Í bókini er eisini eitt yvirlit yvir øll nøvnini á teimum ymisku kropslutunum á fuglinum á føroyskum. Hetta er tað topografiska yvirlitið, ið neyðugt er at kenna til, tá útsjóndin á fuglinum skal nágreinast.

Bókin, sum telur 363 blaðsíður, er í støddini 167 x 240 mm. Hon verður at fáa í føroysku bókhandlunum um miðjan november mánaða og fer at kosta 365,00 krónur.

Bílegg bókina her:
Færøernes fugle – fakta og tal