HØVUNDARNIR
Jens-Kjeld Jensen er heiðursdoktari á Fróðskaparsetri Føroya ph.d.h.c. er dani og hevur verið búsitandi í Nólsoy í meira enn 40 ár. Hann hevur skrivað um fuglar, summarfuglar, lús, loppur, plantur, svirriflugur, skinnflugur, tæger, steinrenningar og mangt annað í samanlagt 16 bókum, heftum og kapitlum, 32 javnlíkamettar útgávur, 150 lættvísindaligar greinar í tíðarritum og bløðum, umframt fleiri enn 500 dagblaðsgreinar.
Søren Sørensen býr í Danmark, men hevur stóran ornitologiskan alsk til Føroyar. Higartil er hansara stóri áhugi fyri fuglum vorðin til fugla-, náttúru- og mentanar-ferðaleiðing ymsastaðni kring heimin, og hann fegnast stórliga, tá hann við jøvnum millumbilum vitjar í Føroyum. Hann hevur í skjótt 35 ár havt ábyrgdina av, at teir sjáldsomu og nakað sjáldsomu fuglarnir verða viðgjørdir og lýstir. Talan er um eitt starv, hann hevur saman við Sjældenhedsudvalget hjá DOF. Í hansara ritverki leggur hann serligan dent á verkið Fuglar í Norðurhøvum, sum hann evnaði saman við Dorete Bloch sálu.